Abraham Mikladal: Aldur og leiðsla landsins

Hugdi við áhuga eftir sjónvarpssendingini Fokus týskvøldið, har Finnbogi Ísakson og Jógvan Sundstein luttóku. Garvaðir politikarar, tað er vist, men var alt eftirfarandi, sum teir bóru fram?

Serliga Finnbogi legði áherðslu á, at tingfólk og serliga landsstýrisfólk okkara vóru ov ung og óroynd. Hann helt, at eitt minimumskrav fyri at sleppa í landsstýrið skuldi verða 4 ár í tinginum fyrst. Báðir vístu á tað skipaða og sakliga arbeiðslagið, sum ráddi meginpartin av tíðini, meðan teir vóru virknir og ráddu fyri borgum. Til samanberingar var í dag nógv kegl og persónsprofilering.
Tað er rætt, at nógv kegl og nógvar illstøður millum flokkar og innan flokka kemur fram í fjølmiðlunum, og at teir mest ágangandi politikararnir gera sær dælt av teimum góðu møguleikunum í nútíðar samfelagið bjóðar á samskiftisøkinum, til gagns fyri seg sjálvar og ofta til skaða fyri sakina og heildina. Hetta kann verða rættuliga ørkymlandi og troyttandi fyri borgaran.
Men tá tað er sagt, so er vert at leggja sær í geyma, hvat ið er komið av skafti undir leiðsluni av teimum garvaðu politikarunum, í mun til tey ungu og sokallaðu óroyndu í dag.
Jú, teir garvaðu formáddu at koyra samfelagið av knóranum og viðvirka til størstu "tvangsflyting" av føroyingum av landinum nakrantíð.
Til samanberingar hava tey nýggju og "óroyndu" bygt samfelagið upp við eini risaferð, sum er heilt ókend í øllum heiminum. Føroyar hava havt ein BTÚ-vøkstur, ið er langt omanfyri tað, ið búskaparfrøðingar kenna til nakra aðrastaðni.
Samstundis er samfelagið konsoliderað og gjørt leysari av stuðuli uttaneftir.
At stórt útskifti var aftan á kreppuna var heilt natúrligt. Fólk høvdu fingið eyguni upp fyri, hvat gerontokratii, teir garvaðu "professionellu" politikarnir høvdu at bjóða teimum. Teir allar flestu eru burtur í dag, men tó so, onkur hevur ikki funnið hurðina enn.