? Eg havi fingið eitt nýtt starv í tí vanliga vinnulívinum, og av tí at tað ikki sampakkar so væl við at vera venjari í Vodafonedeildini, gevist eg í ÍF, sigur Abraham Løkin. Longu undan dystinum í gjár, tá ÍF í Klaksvík tapti 2-0 fyri KÍ, var avgerðin tikin og nevndin í ÍF hevði fingið hana at vita: Abraham Løkin leggur frá sær sum venjari hjá ÍF.
? Orsøkin er heilt einfalt tann, at eg havi fingið eitt nýtt starv í vinnulívinum, og av tí at tað ikki sampakkar so væl við at vera venjari í Vodafonedeildini, gevist eg í ÍF, sigur Abraham, sum hevur vant ÍF síðstu tvey árini.
Gongdin ávirkar einki
Í steypakappingini er ÍF í hálvfinaluni, men í landskappingini hevur gingist nógv verri, tí har er ÍF triðaftast við bara átta stigum fyri 10 dystir. Seks dystir eru taptir, tveir endaðir við javnleiki og bara tveir vunnir.
? At tað ikki hevur gingið eftir vild, hevur einki við mína avgerð at gera, men hinvegin ber helst til at siga, at hetta kanska er rætta løtan, skal onkur annar taka um endan sum venjari hjá ÍF, sigur Abraham.
? Nevndin fekk boð um hetta hósdagin og eg havi eisini tosað við spælararnar. Til felagið hevur funnið ein avloysara, vil eg fegin hjálpa til, og eisini eina løtu aftaná, um brúk er fyri tí. Men burtursæð frá tí, so leggi eg frá mær nú.