Turkiska tjóðartingið hevur í dag valt Abdullah Gül, fyrrverandi uttanríkisráðharra, til landsins forseta Abdullah Gül fekk stuðul frá 339 av teimum 550 tinglimunum.
Nývaldi forsetin hevur lisið búskaparfrøði í Turkalandi og Bretlandi og arbeiddi hjá einum arabiskum menningarbanka, til hann fór upp í politikk í 1991. Frá 2002 til 2003 var hann forsætisráðharri og síðani uttanríkisráðharri.
Abdullah Gül er ikki væl umtóktur allastaðni í Turkalandi, tí mong bera ótta fyri, at hannn ætlar sær at geva átrúnaðinum størri ávirkan á gerandisdagin hjá turkum. Millum annað hevur turkiski herurin verið ímóti, at hann bleiv forseti.
Onnur meta hann sum ein hóvligan politikara, sum eisini hevur víst seg sum ein dugnaligan diplomat.