ABC setti brúkaraumboðið á stovn

Í vikuni var almenn móttøka í Vági fyri at hátíðarhalda, at brúkaraumboðið er farið til verka. Tað kennist margháttligt at lesa heilsanina frá Bjørt Samuelsen í miðlunum, har endamálið er at gera brúkaraumboðið til eitt hjartabarn hjá Tjóðveldinum.

Bjørt Samuelsen legði lógina um brúkaraumboðið fyri løgtingið, men soleiðis at brúkaraumboðið ikki bleiv sett á stovn fyrr enn 1. januar 2009, tí ongin fígging fylgdi við lógaruppskotinum. Hetta at senda ballónir upp, har fíggingin skal koma aftaná, og síðan føra fram, at tey hava loyst málið, er Tjóðveldi so líkt. Eitt gott dømi um hetta er skúladepilin við Marknagil, har tey løgdu lógina fram, og so høvdu tey loyst málið. Hóast ongin fíggingarútgreining var við.

ABD andstøðan vildi ikki hava brúkaraumboðið og legði sama uppskot framaftur, men CHE samgongan samtykti lógina, sigur Bjørt, og hetta er rætt. Tá ið fíggjarlógin fyri 2009 kom fyri tingið, var ABC samgongan endurstovnað, og tað var hon, ið samtykti fíggingina av brúkaraumboðnum, so stovnurin kundi gerast verðuleiki.

Haldi ikki nøkur orsøk er at gera brúkaraumboðið til eitt partapolitiskt mál, sum Bjørt Samuelsen ger, men felagsnevnarin millum CHE og ABC er Javnaðarflokkurin. Hóast vit ongantíð hava lagt í at gera hetta málið partapolitiskt, so fegnast vit um, at vit fingu ABC at samtykkja játtanina til brúkaraumboðið. Vit ynskja øllum Føroya fólki tillukku við, at vit nú hava fingið eitt brúkaraumboð.

Eftir stendur nú at fáa útbygt skipanina við eini brúkarakærunevnd. Hetta átakið fær fullan stuðul frá Javnaðarflokkinum, og vilja vit gera okkara til, at brúkarakærunevndin, eins og brúkaraumboðið, verður verðuleiki.