Havnamenn, teir sum ganga í svørtum og hvítum búnum toaðu leingi um tað meistaraheitið, sum hevði so ilt við at finna »heim« til árstalsfelagið.
Á strondum hevur kenslan óivað verið tann sama í hondbóltinum. Tað bar ikki til. Fleiri ferðir hava teir verið nær við, men tað vildi bara ikki eydnast.
Leygardagin eydnaðist tað so kortini at vinna FM fyri fyrstu ferð síðani 1945. Tað er long bíðitíð, men hon hevur sína søgu.
Traditiónirnar fyri hondbólti hava altíð verið stórar á Strondum. Fótbólturin í bygdini hevur bert verið eitt eitið, men hondbóltur og strandingar hava verið, sum krókur og likkja. Tey hava hingið saman tað fólk vita um!
Seinastu ferð strandingar gjørdust meistarar var í 1945. Ta ferðina vunnu teir FM triðju ferð á rað og tað hevur verið bragd í sær sjálvum fyri so lítla bygd - tá.
Millum teirra, sum gjørdist føroyameistarar í 1945 var ein maður, sum kallaðist Bartal Gregersen.
Og hann gongur aftur á liðnum, sum leygardagin gjørdist meistari. Hann er nevniliga abbi at tveimum av leikarunum, sum í ár hava spælt á fyrstaliðið hjá strandingum í ár. Bent Djurhuus er annar teirra, meðan hin er Pauli Hansen.
Sig so tað, at strandingar ikki byrjaðu tíðliga at fyrireika, at teir skuldu verða FM-vinnarar í 1999!










