ABBA møguliga saman aftur

Agnetha Faltskog vísur ikki aftur eini sameining av superbólkinum ABBA. Fløguaktuella Agnetha er jalig í týskum blað hesum viðvíkjandi.

Góðu tíðindini til ABBA fjepparar er, at Agnetha fegin vil hava lív í bólkin ABBA aftur.

Hon aftur vísir ikki eini sameining, um hon bert fær tað soleiðis, sum hon kundi hugsað sær tað.

- Eg sigi í øllum førum ikki nei, um spurningurin stingur seg upp, sigur Agnetha við Die Zeit Magazine, sambært danska Ekstrablaðnum.

Frammi er í ymsum miðlum, at nógv orka verður nýtt til royna at fáa savna Agnethu , Anni-Frid , Bjørn og Benny – ABBA – til melodi grand prix í Malmø í mai.

ABBA vann grand prix í 1974 við Waterloo, og síðani legði bólkurin heimin fyri sínar føtur. Hittini, ið Benny og Bjørn skrivaðu, vóru óteljandi. Hetta helt á til 1980.

Men hóast bólkurin gavst og limirnir fóru hvør til sítt, so hevði ABBA við melodiøsu tónunum og serstaka ljóðinum, sett seg fast og fór ikki í gloymibókina.

Upplýst er í øllum førum, at Benny og Bjørn hava gjørt eitt temalag til ársins melodi grand prix. Lagið kallast We Write the Story, og verður tað at hoyra 18. mai.

Agnetha kemur við afturkomu fløgu síni, ið nevnist “A”, mánadagin 13, mai 2013.