Hjá teimum báðum fremstu kvinnuliðunum er eingin slingur í valsinum, og bæði tvey vunnu sínar dystir um vikuskiftið. Tað ger, at hóast bara seks umfør eru farin, eru AB og KÍ longu heili níggju stig framman fyri næsta liðið.
AB tók hesa ferð ímóti Víkingini, og hesin dysturin varð longu avgjørdur fyri steðgin, tá tað var 3-1 til AB. Tað var tó Víkingur, ið fekk betru byrjanina og legði seg á odda í sjeynda minutti, men bara tríggjar minuttir seinni hevði AB javnað. AB fekk eitt mál aftrat í seinna hálvleiki og er saman við KÍ á odda, men hevur tó betri málúrtøku.
KÍ vann eisini sín heimadyst hesa ferð, sum var ímóti B36 á triðja plássi. Kvinnurnar úr Havn hava annars havt eitt sindur av viðgongd í síðstuni, men ímóti KÍ var mótstøðan ov hørð. KÍ fekk eitt mál í hvørjum hálvleiki og hevði tamarhald á tí mesta, so orkan hjá B36 fyri tað nógva fór til at verja.
Triði dysturin var á Skála, har HB var á vitjan, og her hendi tað óvæntaða, at HB fór avstað við sigrinum, hóast Skála var á odda 1-0 og brendi brotsspark, ið vildi økt um leiðsluna til 2-0. Sum skilst, misti Skála eina tveir spælarar út við skaða, og tað vísti seg ímóti endanum, at HB megnaði at skora tvær ferðir og vinna sín fyrsta sigur hetta kappingarárið.