07 Vestur, AB, B71 og Skála eru feløgini, sum hava møguleika at vinna tey bæði uppflytingarplássini til bestu deildina.
Í dag var fyrsta umfar í næstbestu deildini á skránni, og tað vóru AB og B71, sum løgdu bragdligast fyri.
AB vann 3-0 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ, og B71 vann 2-1 á Skála. Sandoyingar skoraðu sigursmálið í síðsta minutti!
Úrslitið millum teir næstbestu hjá EB/Streymi og HB var 2-2, eftir at heimaliðið var frammanfyri við tveimum málum, inntil tað restaðu 26 minuttir.
Næstbesta liðið hjá Víkingi hevði vitjan av teimum næstbestu hjá KÍ, og talan var um orduligt skrædl, tí Víikingur vann 5-0!
Í morgin skal 07 Vestur spæla á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá B68.
EB/Streymur-HB 2-2 (1-0)
1-0: Hanus Olsen 2.
2-0: Arnar Dam 54.
2-1: Søren Samuelsen 64.
2-2: Bárður Guttesen 88.
NSÍ-AB 0-3 (0-1)
0-1: Leivur Holm Joensen 15.
0-2: Bjartur Kjærbo 53.
0-3: Dan Petersen 75.
Víkingur-KÍ 5-0 (4-0)
1-0: Sverri Jacobsen 1.
2-0: Joseph Bassene 21.
3-0: Sverri Jacobsen 23.
4-0: Sverri Jacobsen 41.
5-0: Per Gregersen 85.
Skála-B71 1-2 (1-0)
1-0: Ólavur Mikkelsen br 26.
1-1: Jónberg á Mýrini 48.
1-2: Bogi Hermansen 90.
Sunnudagin kl. 15.00
B68-07 Vestur