Trygvi Mortensen vitjaði aftur á slóðina í dag, tá hann, sum høvuðsvenjari hjá AB var útiliðið í dysti ímóti NSÍ við Løkin. Ein dystur, sum NSÍ vann 2-1, hóast AB allan seinna hálvleik vóru 11 ímóti 10, tí Monrad Holm Jacobsen hjá NSÍ var vístur av vølli, tá hann gjørdi eina "neyðbremsu".
Trygvi Mortensen heldur fyrra hálvleik verða eitt hitt ringasta avrikið hjá AB í dag. Hann viðgongur, at NSÍ kundi havt verið á odda við meir enn bara tí eina málinum í steðginum.
Seinni hálvleikur gjørdist eitt vónbrot uppá ymiskar mátar. Annað vónbrotið fyri Trygva Mortensen er, at hansara menn ikki gagnnýttu yvirtalsstøðuna 11 ímóti 10, og hitt er, at NSÍ fekk eitt brotsspark, sum Trygvi Mortensen heldur var tikið úr bláari luft, tí hann skilur ikki hvussu brotsspark kundi verða dømt.
Trygvi Mortensen sær gjarna, at Jobin Drangastein, sum nú er givin í Víkingi kemur heimaftur til AB at tørna út fyri barndómsfelagið. Og ein styrkur til álopið hevði heldur ikki verið at forsmáa.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Trygva Mortensen á Rás2 fyrr í dag.