AB málverjin var stóra hetjan

AB tryggjaði sær 1-1, tá ið seks minuttir vóru farnir út um vanligu leiktíðina

Tá ið Petur Reinert bríkslaði fyri síðstu ferð á Vágseiði seinnapartin, vísti máltalvan 1-1. Eingin ivi var tó um, at tað vóru gestirnir, sum stórfegnaðust um, at teir høvdu vunnið eitt stig, og at tað vóru teir á heimaliðnum, sum vóru vónbrotnir um, at teir høvdu tapt tvey stig.

Orsaka av fleiri skaðum hevði Petur Reinert lagt seks minuttir aftrat. Tað vóru fáir og smáir málmøguleikar, men í evstu løtu tiltuskaði AB sær horna í vinstru. Nýggi venjarin, Sámal Erik Hentze, gav AB málverjanum Heðini Stenberg boð um at fara fram í brotsteigin hjá mótstøðuliðnum, og tað vísti seg at vera skilagott.

Tá ið bólturin varð lagdur innfyri, var tað Heðin Stenberg, sum við høvdinum stýrdi hann í málið. 1-1 og øgiligur fagnaður í AB leguni.

Hjá FC Suðuroy var tað merkisvert, at Salmundur Bech, sum í nógvar mánaðir hevur verið skaddur (beinbrot) loysti Jón Krosslá Poulsen av, tá ið hann varð borin skaddur av vøllinum.

 

Í FC Suðuroy leguni var vónbrotið sera stórt. Eftir fínt einmansavrik legði Jón Krosslá Poulsen tíðliga í 2. hálvleiki FC Suðuroy framum. Heilt leingi sá tað út til, at hetta skuldi verða einasta málið, og at úrslitið harvið skuldi verða heimasigur, og at FC Suðuroy tískil skuldi taka seg uppaftur longri burtur frá niðurflytingarhóttanini, men soleiðis varð tað ikki!

 

FC Suðuroy-AB 1-1 (0-0)

1-0: Jón Krosslá Poulsen 53.

1-1: Heðin Stenberg 96.

Dómari: Petur Reinert

FC Suðuroy: Rani N. Johannesen - Dánjal Godtfred, Christian Ibeagha, Valerian Iobashvili, Tóki Mortensen - Palli Augustinussen (Heini Bech, 84.), Heri Kjærbo, Mamuka, Búi Egilsson - Jón K. Poulsen (Salmundur Bech, 61.), John Tordar Poulsen

Gult kort: Búi Egilsson, Mamuka Toronjadze

AB: Heðin Stenberg - Jónas Stenberg (Bjartur Kjærbo, 80.), Andras B. Vágsheyg, Dmitrije Jankovic, Beinir Ellefsen (Magnus Egilsson, 80.) - Kári Nielsen, Mikkjal T. Hentze (Hørður M. Mohr, 86.) -Álvur F. Christiansen, Jobin Drangastein, Kristin R. Mouritsen - Jógvan Skeel Nolsøe

Gult kort: Dmitrije Jankovic

 

 

Sí fleiri myndir frá dystinum beint niðanfyri