AB kvinnurnar vunnu á meistarunum

KÍ hevði longu vissað sær steypið, men tað var ein skeina í gullið, at tær á Argjum taptu seinasta dystin á kappingarárinum

Fótbóltur

Kvinnurnar hjá AB vunnu leygardagin 3-2 móti KÍ. Hetta var seinasti dystur í ár hjá kvinnunum, og tí fekk KÍ eftir dystin handað steypið, sum tær longu høvdu tryggjað sær áðrenn dystin.
KÍ legði seg á odda við málið, sum Malena Josephsen skoraði. Men seks minuttir seinni javnaði AB. Tað var Elin Katrina Haraldsen, sum leikti ein sera góðan dyst, ið setti bóltin í netið
Síðani var tað AB, sum aftur skoraði. Tað leikaði hart á frammanyri KÍ málið, og til endans var tað ein KÍ verjuleikari, sum hevði seinasta fótin á og beindi hann í egið mál.
Í seinna hálvleiki sat AB á tí mesta. Tað vóru tó KÍ, sum javnaðu. Viviann Bjartalíð tók ein langan túr í vinstru síðu og smekkaði bóltin í netið tætt undir málinum.
Men AB svaraði aftur, og eftir eina misskiljing millum mámlmannin og verjuleikara hjá KÍ, sær Mona Breckmann sær møguleikan at leggja seg ímillum og seta bóltin í tómt mál.
Tá ið dómararin bríkslaði fyri seinastu ferð, vóru tað tó AB kvinnurnar, sum vóru glaðast. Tær eru tær fyrstu, sum hava vunnið á KÍ kvinnunum í landskappingini síðani 2002. KÍ kvinnurnar vóru tó glaðar um steypið, og til endans gleddust bæði liðini saman.
AB fekk bronsu, meðan GÍ fekk silvur.