AB hevur keypt spælara í Finnlandi

Í dag boðar AB frá, at sáttmáli er skrivaður við finskan miðvallara

Mynd: Argja Bóltfelag

Aftur í dag boðar AB frá, at felagið hevur skrivað sáttmála við útlendskan spælara, sum er lagstur aftrat hópinum, sum Sámal Erik Hentze venjari skal seta lið úr. Málið er at vinna so góða úrtøku, at AB sleppur undan at flyta niður aftur.

 

AB skrivar soleiðis:

 

FINSKUR MIÐVALLARI LEGST AFTURAT

 

Fyri fyrstu ferð verður ein leikari við finskum tjóðskapi at síggja í AB-búnanum. Talan er um 21 ára gamla Onni Tiihonen.

 

Onni er verjukendur miðvallari, ið er sterkur og góður á bóltinum. Hann kom til landið fyrr í vikuni og spældi fyrsta dyst sín fyri felagið ímóti B68 í VFF Cup í gjár, sum endaði 1-0 til AB.

 

Finnin hevur seinast spælt við finska felagnum, IF Gnistan, ið heldur til í næstbestu finsku deildini.

 

Á myndini sæst Onni Tiihonen saman við ítróttarstjóra okkara, Jonas Dal Andersen, skrivar Argja Bóltfelag.

 

Mynd: Argja Bóltfelag