Eftir tap í tveimum teimum fyrstu umførunum er Víkingur ongantíð farin av vøllinum tvær ferðir á rað uttan at hava vunnið úrtøku. Einasta tapið síðani í 2. umfari á heimavølli var næstsíðst ímóti B36.
Leygarkvøldið fyri stórari viku síðani bar 4-2 sigurin í Klaksvík við sær, at Víkingur av álvara er uppi í kappingini um bronsuplássið. Finnur Justinussen, sum skoraði tvey mál og legði upp til eitt, og Súni Olsen, sum skoraði eitt og var við í uppspælinum til fleiri, eru væl upplagdir, og Oddbjørn Joensen og hansara menn skulu byrgja upp fyri teimum.
Nú Sigfríður Clementsen og hansara menn fyrireika seg at vitja á Argjum seint seinnapartin er avbjóðingin at finna røttu samansetingina, nú fleiri lyklaspælarar ikki eru tøkir. Vongverjin í høgru, Bárður Hansen, er burturstaddur, og vongverjin í vinstru, Hanus Jacobsen, er skaddur. Dánjal Pauli Lervig, sum plagdi at røkja tann leiklutin, er langtíðarskaddur. Haraftrat er tað ivasamt, um verjukendi miðvallarstríðsmaðurin Hans Jørgen Djurhuus orsaka av skaða verður førur fyri at spæla.
Við Sorin Anghel í miðverjuni var tað mest sum tætt hjá AB ímóti B36. Saman við Jóan Símuni Edmundsson lyfti Sorin AB so langt upp og fram, at vónin spøkir á Argjum um, at tað skal eydnast at endurtaka bragdið frá fyrsta umfari, tá ið AB í Sarpugerði við 2-0 sigri vann øll stigini ímóti Víkingi.
Fyrr í ár var AB plágað av nógvum skaðum. Nú sær betri út, men enn er Karstin Højgaard skaddur, og tað er ivasamt, um Jógvan Skeel Nolsøe, sum hevur verið skaðaplágaður, verður førur fyri at spæla.