AB-fjeppari hevði besta smsið hesaferð

Fjepparin av Argjum, sum vann var ikki smávegis sjálvspeiskur

Sendingin "Triði Hálvleikur" á Rás2 hevði enn einaferð eina framúr góða undirtøku fyri sms-kappingini.

 

Hesaferð var tað ein AB-fjeppari, sum hevði besta smsið, og vann tvey atgongumerki til EM-undankappingardystin millum Føroyar og Grikkaland, sum verður á Tórsvølli, leygarkvøldið 13. juni klokkan 19.45. Fjepparin av Argjum varð ikki smávegis sjálvspeiskur.

 

Vinnandi smsið ljóðaði soleiðis: "Meinhardt í KÍ mâlinum mátti strekkja seg í fullari longd fyri at lofta saftdunkinum , ið Evrard Blé kastaði til hann, men tað var so eisinasta aksjónin hann hevði í øllum dystinum." 

 

Onnur góð sms, ið komu inn til sendingina vóru soljóðandi: "Mikkjal Thomassen gjørdist dagsins katta-kongur."

"Se den lille kattekilling, syngja KÍ-arnir."

"Um vit eru 10 ímóti 11, so "Lava" vit bara nøkur mál."

"Var reyða kortið til Atla, ella var tað tilætlað."

"Nú NSÍ? Lavast?"

"ÍF hevur fingið styrk. Talan er um beiggja Geza Turi. Hann eitur Tasta Turi."

"Ein veingjaskotin skurði slerdi vespurnar í vøllin."

"Atli út, og málini inn - We love you Víkingur."

"ÍF fer væntandi at klaga til FSF, tí væl fleiri tvøráfólk enn fuglfirðingar vóru til dystin í dag."

"(NSÍ-fjeppari) Víkingur spældi við 12 monnum at byrja við til Atli sá reytt. Lars Müller spældi í ljósabláum allan dystin."

"Vónandi heldur NSÍ sær í deildini - So hevur Víkingur nógv mál og 9 stig longu á konto til 2016."

"Eitt sindur av rættvísi er til. Jákup er klárur at verja Borg, meðan Atli-tvætli hevur leikbann."

"EB/Streymur hevur aftur fingið nýggjan sponsor: 3x2."

"NSÍ setur stig til við Løkin hvørja ferð Hilmar Jan varpar út."

"Undantaksstøða á vøllinum við Løkin. Brennandi heit Lava um tað mesta av vøllinum."

"KÍ wouw - AB av-mjaw."

"Snakka um heitar áleyparar. Lava Lava(r) Lava."

"Í hátalaranum á AB-vøllinum í dag var sagt, at stuðlar vóru Irish Pub og Glitnir. Kanska teir skulu skiftast út?"

"(KÍ-fjeppari :) Hvør er munurin ímillum frensar og kettlingar? Frensar tapa ikki 4-0, ella jú tað gera teir faktiskt."