Gilli Sørensen var ikki við í hópinum hjá AaB í kvøld, tá ið tað eydnaðist teimum donsku meistarunum at vinna 3-0 á heimavølli ímóti ukreinska stórfelagnum, Dynamo Kyiv.
Thomas Enevoldsen og Nicolaj Thomsen syrgdu fyri, at AaB heldur óvæntað slapp til hálvleiks á odda 2-0. Í seinna hálvleiki hevði Dynamo Kyiv bóltin fyri tað mesta, men tá ið teir ikki megnaðu at skapa tað stóra, so kundi Nicolaj Thomsen við sínum øðrum máli staðfesta ein 3-0-sigur í yvirtíðini.
Við sigrinum í kvøld er støðan í bólkinum tann, at heili trý lið í bólki J hava seks stig. Steaua Bukarest og Dynamo Kyiv eru ávikavist nummar eitt og tvey, meðan AaB er nummar trý. Hetta vegna málmun. Rio Ave er á aftasta plássi við ongum stigi.