Føroyska útisetafelagið í SAS liguni, AaB, fer klokkan 19.45 at spæla á White Hart Lane ímóti Tottenham. Enn hevur einki verið at frætt um liðuppstillingina, men Jón Rói Jacobsen er millum teir átjan úr AaB, sum fyrrapartin í gjár lendu í London.
Møguleiki verður at fylgja við, hvussu tað gongst Jón Róa og liðfeløgunum. TV2Sport fer at senda beinleiðis frá uppgerðini.
Tað er pláss fyri 37 túsund áskoðarum, og tað verður roknað við, at knappliga 30 túsund fara at møta upp.
Svenski AaB venjarin, Erik Hamrén segði í gjárkvøldið við stóra danska og enska pressuliðið, at talan er um stóra, men ikki ómøguliga avbjóðing. AaB venjarin sigur seg meta møguleikarnar vera teir somu, sum teir vóru, tá ið AaB fyrr í heyst spældi á útivølli ímóti italska Sampdoria. Ta ferðina var úrslitið 2-2, og tað bar við sær, at danska liðið spældi seg víðari í bólkaspælið.
Tottenham er eitt av størstu feløgunum í Onglandi. Bæði síðsta og næstsíðsta kappingarár endaði liðið á fimta plássi. Fyrsta partin av hesum kappingarárinum gekk av skriðuni. Tað bar við sær, at hollendski venjarin Martin Jol varð sagdur úr starvi. Nú er spaniumaðurin Juande Ramos venjari, og úrslitini hava verið so mikið góð, at Tottenham hevur lyft seg úr botninum. Juande Ramos hevur seinastu árini staðið á odda fyri Sevilla, ið hevur vunnið fleiri kappingar.