Sambært eini kanning sum Gallup hevur gjørt fyri Norðlýsið, gongur Fólkaflokkurin fram og fær átta tingmenn, meðan Tjóðveldi dettur niður á seks tingfólk.
Úrslitið av kanningini vísir, at Sambandsflokkurin er størsti flokkur við 25,4%. Fólkaflokkurin er nú næst størstur við 23,5%. Síðani kemur Tjóðveldi við 18,9 %, Javnaðarflokkurin 17,4%, Framsókn við 5,7 prosentum, Miðflokkurin við 4,9 % og Sjálvstýrisflokkurin er minsti flokkur við 4,3 prosentum.
Verður hetta úrslitið av valinum leygardagin, so verður tingmannabýtið hetta:
Fólkaflokkurin og Sambandsflokurin fáa átta, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin seks, Miðflokkurin og Framsókn fáa tveir, meðan Sjálvstýrisflokkurin fær ein tinglim.
Í kanningini vórðu 556 fólk spurd.