Bjargingarroyndin, sum fór fram á landi fyri tað mesta, vísti, hvussu ein tílík roynd fer fram í dag í mun til fyrr. Landsfelagið fekk ein bjargingarstól sum gávu í 1957, og hann varð nýttur henda dagin á Eiði. Tað gongur fyri seg á tann hátt, at ein lína verður skotin út við eini rakett í neyðstadda skipið og síðani verður ein tjúkk linja drigin út. Tey neyðstøddu verða so spend føst í stólin og drigin til lands. Soleiðis varð gjørt fyrr í tíðini. Í dag eru bæði tyrla og verjuskip. Men tað kann jú koma fyri, at hesi bæði av eini ella aðrari orsøk ikki kunna koma. Tað veri seg vindur ella mjørki ella okkurt heilt annað.
? Í tílíkum førum kann tað verða sera hent at duga hendan framferðarháttin, sigur Eyðbjørn Mørkøre, formaður í Eiðis Bjargingarfelag.
Hann sigur, at royndin eydnaðist væl, og alt gekk sum tað skuldi.
Somuleiðis vónar Eyðbjørn, at hetta at aðalfundirnir hjá landsfelagnum verða hildnir kring landið, fer at verða við til at kveikja áhugan fyri bjargingarfeløgunum aftur.
? Tað er so sum so við áhuganum. Og tað letur tað til at vera allastaðni í landinum. Hjá okkum er tað fyri tað mesta sama fólkið, sum er í Sløkkiliðinum, sigur Eyðbjørn Mørkøre.
Tað var ikki so gott veður, meðan royndin fór fram, men hóast tað, so var heilt fitt av fólki og hugdu at.
Meiri samanhald
Men tað var sum sagt ikki bara bjargingarroynd henda dagin. Aðalfundur felagsins var eisini fyrrapartin henda dagin. Har varð tosað um mangt og hvat. Serliga varð tosað um, hvussu tað verður framyvir við feløgunum, og hvat kann gerast fyri at skapa størri áhuga.
Jens Hansen, næstformaður, sigur, at dreymurin er at fólk fara at standa meira saman um bjargingarfeløgini.
? Føroyingar eru óførir at hjálpa, tá tað stendur á, tað vita øll. Men eg hevði viljað, at øll stóðu meira saman her, sigur hann.
Bjargingarfeløgini hava nú eisini fingið egnan búna, og tað fegnast Jens Hansen, sum var formaður í landsfelagnum frammanundan aðalfundinum.
? Við nýggju búnunum fara vit at verða sjónligari líka sum løgregla, sjúkraflutningstænastan og sløkkiliðini, sigur hann. 100 búnar eru býttir út til tey níggju feløgini.
Jens Hansen sigur, at av tí at feløgini eru allastaðni kring landi, so hevur landsfelagið gjørt av at leggja aðalfundirnar úti á lokalstøðunum. Hetta gevur eina vissa breidd og kann verða við til at skapa størri áhuga millum fólk, heldur hann.
Eisini fegnast hann um, at umboð, sum felagið hevði boðið við, fyri ymsar stovnar vóru við á fundinum. Tað heldur hann er tekin um, at tað sjálvbodna arbeiðið, sum feløgini kring landið gera, verður góðtikið. Og at áhugi er fyri tí.
Nýggj nevnd var eisini vald á aðalfundinum. Tað eru níggju av tíggju bjargingarfeløgum í landinum, sum eru limir í landsfelagnum, og hvørt felag sær ger av, hvør skal umboða teirra felag í nevndini. Sostatt eru níggju limir í nevndini.
Nevndin skipaði seg eftir aðalfundin við Poul Klementsen sum formanni, Jens Hansen, næstformanni og Jóhonnu Hansen sum skrivara og kassameistara.