Tey, sum standa fyri árliga vinnudegnum hildu, at Atlansflog átti at verða heiðrað fyri sáttmálan, sum felagið hevur gjørt við norsku fyritøkuna Aker Stord. Tí fekk Atlantsflog heiðurin fyri ársins átak.
Tað er Vinnuhúsið, sum stendur fyri árligu vinnudøgunum, sum hildnir verða í Norðurlandahúsinum. Har verður millum annaða eisini ársins virki útnevnt. Í ár var tað bilasølan Reyni Service, sum fekk hendan heiðurin.
Fyri ársins átak fær Atlantsflog heiðursbræv og eina standmynd umframt blómur og tann heiður, sum fylgir við eini slíkari viðurkenning, sigur Malan Johansen, sum arbeiðir í Vinnuhúsinum. Tað fylgja eingir pengar við eini slíkari útnevning.
Tað var eisini onkur annar, sum varð heiðraður hendan dagin. Eitt nú klædnafyritøkan Guðrun og Guðrun, um hava fingið sølusáttmála við stóran svenskan keypara.
Í grundgevingini fyri heiðurinum fyri ársins átak sigur Vinnuhúsið soleiðis:
» Føroyska samfelagiðog føroyskt vinnulív er í stórari broyting viðnógvum avbjóðingum. Vinnur og fyritøkur, sum fyri fáum árum síðani, høvdu glæsiligar tíðir, eru fyri stórum hóttafalli og avbjóðingum. Men júst slíkar tíðir eggja til nýggjar loysnir, nýggjar leiðir og kreativitet.
Sjálvt um tað fyri trimum árum síðani varðhildið, at tað var óvist, um tað á hvørjum ári fór at vera gjørligt at taka fram og heiðra eitt ársins átak, hevur hetta ikki veriðnakar trupulleiki. Heldur ikki í ár hevur verið trupult at sígga serlig átøk, ið kunnu gagna vinnuligum framburði sum heild í landinum. Her er úr at velja, bæði millum einstaklingar og fyritøkur.
Føroysk kreativ vinna hevur til dømis gjørt vart við seg á altjóða palli. Her skarar Guðrun & Guðrun framúr viðsínum áhaldni, ið hevur givið afturljóð í Japan, men serliga við sáttmálanum við svensku stórfyritøkuna NK Her er dømi um, at tú verður sjáldan føddur víðagitin, men gerst hetta við vilja, áræði og arbeiði, umframt sjálvsagt at tú hevur okkurt forkunnugt at bjóða.
Størsta einstaka nýbrotið seinasta árið heldur nevndin kortini vera sáttmálan hjá Atlantic Airways við Aker Stord.
Atlantsflog var ein av fyritøkunum, sum brynjaði seg til møguliga føroyska kolvetnisvinnu. Tá "oljufepurin" kólnaði fyri tveimum árum síðan, misti Atlantsflog ikki áhugan fyri frálandavinnuni, men helt á fram at knýta sambond og bjóða seg fram í frálandavinnuni, og á annan hátt at menna vinnuliga inntøkugrundarlagið hjá felagnum. Flúgvingin til Italia er eitt dømi um hetta. Men taðsum nevndin metir sum serstakt átak, vert at heiðra, er sáttmálin sum felagið hevur fingið við Aker Stord um flúgving av starvsfólki millum Stord og Stavanger og Alta í Norður Noregi. Eitt er, at felagið sjálvt kann taka hesa flúgving á seg. Annað og eins týdningarmikið er tað, at felagið við hesum slóðar vegin fyri øðrum feløgum, sum hava valt at hava annað beiniðí frálandavinnuni. Við sínum gjøgnumbroti kann Atlantsflog vera við til at skapa álit uttanlands á føroyskum fyritøkum og lætta um hjá teimum at koma inn í hesa heldur afturlatnu vinnu.










