97 ára gamal nazistur í rættinum

Ein 97 ára gamal ungarnskur heryvirmaður vísti aftur ákærurnar um dráp av jødum og serbum undir seinna heimsbardaga, tá sakarmálið móti honum byrjaði í Budapest. Áðrenn hann varð tikin og rættarfylgdur, varð Sandor Kepiro umrøddur sum heimsins mest eftirspurdi nazistur.

- Eg eri ósekur, segði Kepiro í rættinum í dag.

Hin 97 ára gamli varð hjálptur í rættarsalin so skroypiligur, sum hann er.

Hann er ákærdur fyri dráp av 36 fólkum. Illgerðin varð framd, tá ungarnskar deildir herjaðu í serbiska býnum Novi Sad í januar 1942. Fleiri enn 1.200 jødar og serbar vórðu dripnir.

- Ákæran er lygn, bara lygn. Eg veit einki um drápini, og eg fekk einki at vita frá hermonnunum. Hetta er eitt sirkus, segði Sandor Kepiro við fjølmiðlar, áðrenn sakarmálið byrjaði.

Hin ákærdi segði hinvegin, at hann hevur bjargað nógvum mannalívum.

Sandor Kepiro varð funnin sekur tvær ferðir í ávikavist 1944 og 1946 fyri brotsverk í Novi Sad.

Hin 97 ára gamli hevur búð í Agentina.

Tað er norska Dagblaðið, sum ber hesi tíðindi.