92 prosent taka undir við at leggja skúlar saman

Í Sundalagnum er ógvuliga stór undirtøka í fólkinum fyri at leggja skúlarnar í kommununi saman

 

Tað er stór undirtøka í fólkinum í Sundalagnum fyri at miðsavnaskúlarnar í kommununi í ein felags skúladepil á Oyrarbakka.

 

Tað staðfestir Heðin Zachariasen, borgarstjóri.

 

Ætlanin er at gera alla kommununa til eitt skúlaøki undir eini felags leiðslu og allir skúlarnir verða miðsavnaðir á Oyrarbakka, ella í Felagsskúlanum á Oyrarbakka og í NorðskálaOyrar/ skúla, sum er beint við.

 

Nýggi skúlabygnaðurin skal setast í verk um góð tvey ár, ella tá ið børnini fara í skúla aftur eftir summarsteðgin í 2016.

 

Seinastu tíðina hava borgarafundir verið í teimum ymsu bygdunum í Sunda Kommunu.

 

Har varð greitt frá ætlanini, og fólk settu spurningar, men sum heild hevur undirtøka verið fyri ætlanini, sigur borgarstjórin.

 

Umfarið við borgarafundum endaði við einum felags borgarafundi fyri alla kommununa.

 

- Tað vóru eini 50 fólk á fundi. Tað er ikki so nógv, sum væntað, men tað er kanska tí, at tey hava longu fingið tað at vita, tey vilja hava at vita.

 

- Og tilsamans hava rættiliga nógv fólk verið á borgarafundunum, bæði foreldur at skúlabørnum og foreldur at børnum í barnagarði og vøggustovu

 

Heðin Zachariasen sigur, at í sambandi við borgarafundirnar, hevur kommunustýrið eisini gjørt eina óformliga kanning við tað, at foreldur hava eisini fingið høvi at svara einum spurnarblaði um ætlanina.

 

- Næstan øll hava latið spurnarblaðið inn aftur og úrslitið er, at heili 92 prosent av foreldrunum taka undir við ætlanini at leggja skúlan saman.

 

Hini átta prosentini eru antin ímóti, ella hava tey onga støðu til ætlanina, sigur Heðin Zachariasen.

 

Vit hava meiri um nýggja skúlabygnaðin í Sunda Kommunu í eini grein, sum kemur seinni.