344 persónar eru í løtuni í sóttarhaldi í Føroyum, annaðhvørt heima ella á einum staði, sum myndugleikarnir hava víst teimum á at fara.
Nú eru 4.653 føroyingar kannaðir fyri koronasmittu.
Ein persónur er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna, sambært hagtølunum, sum er á coronasíðuni hjá Heilsumálaráðnum.