Kartni er føddur í Havn 2. januar 1914, sonur Sigrid, f. Mohr, vanliga nevnd Gigga, úr Havn, og Mads Andreas Winther av Sandi.
Í 1916 flutti Kartni saman við foreldrunum til Sands, tá papin bleiv settur sum sýslumaður har.
Sum sjey ára gamal kom hann aftur til Havnar at ganga í skúla. Hann gekk í barnaskúla, millumskúla og realskúla. Síðan fór hann í skrivstovulæru hjá Balslev & Co.
Í 1935 fór hann til Keypmannahavnar at ganga á handilsháskúla. Tá hann varð liðugur við skúlagongdina, var seinni heimsbardagi byrjaður, og hann slapp tí ikki heim.
Hann arbeiddi sum skrivstovumaður og var sera virkin í Føroyingafelagnum í Keypmannahavn undir krígnum.
Hann giftist í Keypmannahavn við Dagmar, f. Johannesen, ættað úr Funningi, sama dag sum tey fóru til Føroya við fyrsta farti eftir kríggið í 1945.
Kartni fór aftur í starv sum skrivstovumaður hjá Balslev & Co og bleiv stjóri har í 1956. Hetta starv røkti hann, til hann í 1969 yvirtók heilsøludeildina hjá Balslev, sum seldi matvørur og skipsútgerð. Tá stovnaði hann sína egnu fyritøku, Kartni Winther & Co., sum helt til á Eystaru Bryggju. Seinni bleiv ein nýggjur heilsølubygningur bygdur við Staravegin.
Tá Kartni gavst, yvirtók Torbjørn Sørensen, sum arbeiddi hjá honum, fyritøkuna.
Kartni Winther var býráðslinmur í Havn í 50-unum og hevur sitið í ymiskum nevndum, eitt nú líkningarnevndini og skúlanevndini.
Dagmar og Kartni eiga synirnar Mads Andreas og Árna. Tey eiga sjey ommu- og abbabørn og trý langommu- og langabbabørn
Hóast Kartni er 90 ára gamal, gongur hann hvønn dag úr miðbýnum og niðan á trøðna, sum hann eigur uppi við Svartafoss, har hevur hann seyð og gæs.