– Hevði sjónvarpssamrøðu í gjár við Russian National Television, har eg fekk høvi at greiða frá okkara vakra landi.
Soleiðis skrivar løgmaður á Facebook um vikuskiftið. Hann sigur, at hann tosaði um fiskivinnu, búskap, ferðavinnu og sjálvandi søguliga sambandið millum Føroyar og Russland.
Sambært løgmanni, so eru tað um 90 milliónir russar hyggja eftir sjónvarpssamrøðuni.
– Góð reklama fyri okkara vakra land, heldur løgmaður.
"Føroyski russarin", Ivan Eginsson Eysturland, hevur sæð sendingina, og hann sigur soleiðis:
– Innslagið var generelt ok, men mær dámdi ikki óviðkomandi samanberingar millum Føroyar og støðuna í Ukraina. Tað manglaði eisini ein frælsisrødd, men hon passaði ikki til endamálið við hesum innslagnum. Annars megnaði løgmaður væl at fáa boðskapin hjá sær út.
Og so leggur hann afturat:
– 90 milliónir hyggjarar eru kanska í meira lagi. Henda sendingin svarar til Deadline í DK.
(Trýst á pílin á myndini fyri at síggja russiska sjónvarpsinnslagið. Spola 33 minuttir inn í sendingina, so kemur tú til innslagið við løgmanni, sum er gjørt í Føroyum.)










