90 fólk á nátaveitslu

Tað var hugnaligt í Nólsoy í gjárkvøldið, tá út við 90 fólk høvdu leitað sær á nátaveitslu.

Í gjárkvøldið var stór nátaveitsla hildin í Royndarhúsinum í Nólsoy, har út við 90 fólk sótu til borðs.

 

Sagt verður úr Nólsoy, at tey høvdu dekkað til 90 fólk, og bert nøkur heilt fá pláss vóru eftir, tá fólk høvdu sett seg.

 

Á veitsluni var gott undirhald, bæði við skemti og tónleiki, og tá sjálvt borðhaldið var av, varð dansað til langt út á náttina.

 

- Tiltakið eydnaðist stak væl, og vit eru sera væl nøgd við undirtøkuna, tá havt verður í huga, at samlaða fólkatalið í bygdini er niðan fyri 230.

 

Sagt verður, at tað í fyrsta lagi vóru nólsoyingar, sum búgva í Nólsoy og síðan nólsoyingar, sum búgva aðrastaðni, sum í gjárkvøldið høvdu leitað sær á nátaveitslu í bygdini.