Fríggjadagin, 11. mars 2016, fingu 9 maskinistar prógv handað á Vinnuháskúlanum, har fitt av fólk vóru komin saman fyri at luttaka í prógvhandanini á skúlanum.
Viggo Johannesen, undirvísingarleiðari, bjóðaði vælkomin og helt eisini eina røðu fyri próvtakarunum.
Páll Hansen, formaður fyri Maskinmeistarafelagið, gav eisini næmingunum nøkur góð orð við á ferðini.
Eitt umboð fyri næmingarnar, Heini Simonsen Østerø segði eisini nøkur orð til luttakararnar.
Teir, sum hava fingið prógv eru Páll Lauritsen, Hans Petur Olsen, Regin við Streym, Kristoffur Vidtfeldt, Sigmund Ludvig, Jón Magnusarson Ellendersen, Mourits Amund Mikkelsen, Heini Simonsen Østerø og Kristoffer Andreasen.