Í dag er vorðið greitt, at fleiri veitarar á russiska marknaðinum nú gevast við sínum virksemi sum mótmæli ímóti russisku innrásini í Ukraina.
Eftir at tíðindini bórust um, at amerikanska skundmatketan, McDonald's, letur aftur sínar 850 matstovur, boðaði kaffirisin - Starbucks - frá, at tey eisini gevast við sínum virksemi í Russlandi.
Tað er tíðindastovan Reuters, sum ber hesi tíðindi.
Starbucks sigur, at teirra avgerð fevnir bæði um veitingar av vørum og allar kafé'ir í Russlandi, sum rættindahavarar reka. Alshaya Group rekur í minsta lagi 100 Starbucks-kafé'ir í Russlandi.
Starbucks er sambært Wikipedia heimsins størsta keta av kaffibarrum.
Í dag er eisini komið fram, at CocaCola og Pepsi eisini gevst við øllum veitingum til Russlands.
Skundmatketurnar, KFC og Pizza Hut, steðga eisini sínum virksemi og fara ikki at gera fleiri íløgur.
Hetta merkir, skriva útlendskir miðlar, at fleiri enn 1000 matstovur í Russlandi, sum hava hesar veitingar, gevast við sínum virksemi.
##med2##