85% av gudstænastunum í Fuglafirði eru deknagudstænastur

Vísandi til Dimmalætting tann 16/4-1999, har Hans J. Joensen, biskupur, hevur eina viðmerking undir heitinum ?Olofson gruggar málið? fari eg at loyva mær at koma við hesum viðmerkingum og seinast í brævinum einum spurningi.

Í Fuglafjarðar prestagjaldi eru 6 kirkjulið. Sóknarpresturin hevur uml. 15% av øllum vanligum guðstænastum í Fuglafirði - og býtið er á leið tað sama í hinum kirkjuliðunum í sóknini.

Sambært lógum og reglum um sóknarbandsloysing, hava tygum, biskupur, ella kirkjumálaráðið, rætt til at seta kirkjuna á staðnum NN tøka til ein annan prest enn sóknarprestin, um fólk úr NN ynskja tað. Tygum vísa beinleiðis til eitt responsum, sum Dimmalætting eisini prentaði saman við viðmerking tygara (fyri at fáa fult innlit í responsumið verður víst til blaðið frá 16/4-1999).

Responsumið sigur, at eftir áheitan frá fólkakirkjufólki (í responsuminum ?anmelderen?) úr staðnum NN, kann biskupur ella kirkjumálaráðið loyva øðrum enn sóknarprestinum í NN at hava guðstænastu í kirkjuni á staðnum NN. Avgerð biskupsins ella kirkjumálaráðsins skal fylgjast. Avtalast skal so, nær guðstænastan skal verða - og, sigur responsumið: ?Adgang til brugen af kirken til den af anmelderen opgivne tid kan kun nægtes, såfremt kirken til den berammede tid allerede er bestemt til andet brug.?

Áðrenn eg komi til spurningin, skal eg minna á, at uml. 85% av øllum guðstænastum í Fuglafirði eru deknaguðstænastur. Tann 30. august 1998 hevði sóknarpresturin ætlan um, at ein av deknunum skuldi standa fyri guðstæanastuni, tí sjálvur var presturin í einari av hinum kirkjunum í sóknini. Men biskupurin gav einum øðrum presti loyvi at yvirtaka guðstænastuna ? hóast dekur eftir ætlan sóknarprestsins skuldi standa fyri henni.

Spurningur mín er so: ?Hvussu kunnu tygum, Hans Jacob Joensen, biskupur, koma til ta niðurstøðu, at Fuglafjarðar Kirkja ikki var ?bestemt til andet brug? á miðdegi 30. august 1998, tá ið tygum settu kirkjuna tøka og góvu øðrum presti enn okkara sóknarpresti loyvi at prædika í Fuglafjarðar Kirkju??


Vinarliga

Kristian Martin Petersen

Fuglafirði, 16/4-1999.