800 fólk skulu búgva í sethúsum og íbúðum

- Síðani Høganesætlanin kom fram í fjølmiðlunum, eru fyrispurningarnir um byggiøki øktir munandi. Somuleiðis hevur tunnilsætlanin eisini økt um áhugan hjá fólki at fáa grundstykki í Nes kommunu, sigur Símun Johannesen, borgarstjóri

Høganesætlanin

Tað var rættiliga stórur áhugi, tá ið Nes kommuna legði stóru Høganesætlanina fram fyri almenninginum á Svangaskarði í síðsta mánaða.
Nógv fólk var møtt, tá ið Símun Johannesen, borgarstjóri, arkitektarnir, Høgni T. Hansen og Anders Abraham og Bogi Jacobsen frá Munin, kunngjørdu hesa stóru útstykkingarætlan hjá Nes kommunu.
Umtalaða økið kring Høganes og oman m óti Løkinum í Runavík fevnir um 180.000 fermetrar, og ætlanin er, at her skulu byggjast sethús og íbúðarblokkar.
Sambært ætlanini skulu eini 800 fólk búgva í økinum.
- Hetta økið hevur ligið sum hagi til nú, men tá ið prátið um tunnil millum Skálafjørðin og Havnina gjørdist veruleiki, var løtan komin til hesa sera áhugaverdu útstykking, sigur Nes kommuna á heimasíðuni.
Á fundinum á Svangaskarði vísti borgarstjórin á, at kommunan dagliga fær fyrispurningar um grundøkir.
- Síðani Høganesætlanin kom fram í fjølmiðlunum, eru fyrispurningarnir øktir munandi. Somuleiðis hevur tunnilsætlanin eisini økt um áhugan hjá fólki at fáa grundstykki í Nes kommunu, sigur Símun Johannesen.
Arkitektarnir báðir, Høgni T. Hansen og Anders Abraham, fingu til uppgávu at gera útstykkingina og fingu fríar hendur at skapa eitt íbúðarumhvørvi runt Høganes.
Einasta treytin var, at pláss skuldi vera fyri 800 fólkum og øðrum fasilitetum, ið hoyra einum øki til, har fólk skulu búgva.
- Ætlandi verður eisini hotel, skúli, ítróttarháskúli og svimjihøll á økinum, sigur borgarstjórin.
Á fundinum á Svangaskarði vístu arkitektarnir á, at sera náttúruvakra økið kring Høganes hugtók teirra arbeiði.
- Í hesum sambandi nevndu teir Toftavatn og umhvørvið við vatnið, sum er eitt stórt opið og fjølbroytt landslag við óavmarkaðum møguleikum hjá fólki.
Ætlandi verða sethúsini í økinum ymiskt í landslagnum, og ætlandi verða ongar byggilinjur. Húsini skulu í staðin lagast til lendið.
Á fundinum segði borgarstjórin, at næsta stigið hjá Nes kommunu verður at gera eina serliga byggisamtykt fyri Høganesøkið. - Síðani skal økið keypast, og tá verður klárt at seta spakan í um eitt hálvt ár, segði Símun Johannesen.