80 ár síðan skúlaskipið "København" gekk burtur

Á sumri 1929 var øllum greitt, at ein ólukka var hend, og at skúlaskipið København ikki kom aftur. Skipið er helst farið á jólum 1928. Aftaná 22. desember hoyrdist einki frá København.

At einki radiosamband fekst aftur við skipið gav ongan illgruna í fyrsta umfari. Sendarin kundi vera blivin í ólagi, men tá skipið ikki kom fram, skiltu menn at ein ólukka var hend. Í fleiri ár var roynt at finna út av, hvat var hent skipinum, men uttan úrslit. Tað bleiv ein gáta, hvat var hent "København".

Skipið var ein ein fimmmastrað bark, bygd í Skotlandi til reiðaríið ØK í 1921. Hon var 3.901 brt.og lastaði 5.150 tons og var tá eitt av heimsins størstu seglskipun.

Manningin taldi 60, av hesum vóru 45 næmingar.

Í Føroyum hevur verið nógv tosað um hendan sorgarleikin.Tá tey gomlu greidd frá honum, løgdu tey oftast afturat, at hetta helst var einastu ferðin, at eingin føroyingur var við København.


Seinasti túrurin


Teir fóru úr Keypmannahavn tann 14. septembur 1928 til Norresundby við Ålborg, har teir lastaðu cement. Har lógu teir nakar dagar og fóru higani til Santos í Brasil og síðan til Buenos Aires í Argentina, hagar komið var hin 6. desember.

Har lá ein last, men teir tóku hana ikki, tí teir fingu ov lítið fyri hana. Teir fóru haðani 14. desember og skuldu til Adelaide í Australien.

Tann 17. desembur høvdu teir telegrafiskt samband við D.F.D.S. skipið Arizona. Tá var alt væl. Tann 21. og 22. høvdu teir telegrafiskt samband við norska skipið William Blumer. Tá var framvegis alt væl. Tollaksmessudag 23. desember royndi fjarritarin á norska skipinum aftur at fáa samband við teir. Men nú var tað uttan úrslit. Tað hoyrdist einki aftur til skúlaskipið København.Teir skuldu verið komnir til Adelaide um 1. februar. At skipið var nakað seinkað gav ongan illgruna. Hálvan februar fóru fólk at ótolnast. At skipið ikki hevði ikki lata frætta frá sær, tá teir skuldu havt verði nærindis Cape Town í Suðurafrika, var ikki dámligt.

Tann 18. februar 1929 byrjaði ein umfatandi leiting eftir København. Leitað varð í fleiri ár uttan úrslit. Góð trý ár eftir, at skipið var horvið, støðgaði tann almenna leitingin. Thorvald Stauning, táverandi danski stats- og sjófartsministarin, boðaði umboði fyri tey avvarandi soleiðis frá:

"Idet jeg meddeler Dem dette, haaber jeg samtidigt at have klarlagt for Dem og den Kreds af Paarørende til de forulykkede unge Sømænd, som har sluttet sig til Deres Henvendelse, de Grunde, der maa bevirke, at jeg er afskaaret fra at tage Initiativ til Udsendelse af nye Eftersøgningsekpeditioner eller blot tage Ansvaret for, at saadanne udsendes."

Men tað vóru aðrir, ið royndu at halda lív í leitingini. Eitt nú blaðið Den danske Pioneer, sum kemur út í USA. Í útgávu í 1932 minti blaðið á tær kr. 100.000, nógvir pengar tá, ið reiðaríið ØK hevði lovað í samsýning fyri týðandi upplýsningar.

Hvat var hent skipinum bleiv ein gáta. Hóast tað var hásummar á sunnnaru hálvu, var ofta ótespuligt at sigla um tær leiðir, teir sigldu. Tað var hildið, at teir kundu hava siglt á eitt ísfjall.

Ein grundin til hesar reglur er millum annað, at eg á loppumarknaði í summar í Danmark keypti ein málning av skúlaskipinum København við Krúnborg um stýriborð. Sølumaðurin greiddi mær frá, at skipið var gingið burtur fyri nógvun árum síðani. Eg legði afturat: "Det var nok i -28." "Det var det vist," segði sølumaðurin.

Móður mín tosaði ofta um sorgarleikin, tá ið København gekk burtur og um teir hálvthundrað ungdómarnar ið sjólótust.


Sigfríður Joensen