Bjarni Djurholm, vinnumálaráðharri, er sera avgjørdur í aftursvari sínum um samferðslugjald til tjóðveldismenninar Høgna Hoydal og Hergeir Nielsen.
Hann sigur, at Fólkaflokkurin grundleggjandi er ímóti at hækka nakað gjald/skatt, og at hetta ikki fer at henda, meðan hann er landsstýrismaður í vinnumálum.
40 mió. skulu fíggjast
Bjarni Djurholm sigur, at ferðainntøkur Strandferðslunnar eru á umleið 40 mió. Um hvør bilur í fríari ferðslu skal átaka sær at fíggja hesa upphædd, verður talan samanlagt um 5.000 kr.per bil, og tað er burtur úr vón og viti.
- Vit vilja gjarna taka spurningin upp, um møguleiki er at lækka ferðakostnaðin, men so skal sparast innanfyri verandi karmar. At áleggja gjøld í fríu ferðsluni kemur ikki uppá tal, so leingi eg eri vinnumálaráðharri, slær ein avgjørdur Bjarni Djurholm fast.
80´ini øtast
Vinnumálaráðharrin heldur talan vera um eitt vandamikið rák, og líkist hetta ikki sørt skilaleysa framferðarháttinum í 80´unum.
Nógv verður tosað um, at vit ikki mugu gera somu mistøk aftur, men sannleikin er, at uppskotið líkist ikki sørt føroyska 80´arapolitikkinum, sigur Bjarni Djurholm. Hann vísir á, at talan er um reindyrkaða sosialismu, tá ein vil hækka skattin fyri at fíggja Strandferðsluna, og at 80´ini høvdu bliknað av hesum hugsanum.
Skipanin til frama fyri øll øki
Víðari vísir leiðari Vinnumálaráðsins á, at verandi skipanin gevur fleiri møguleikar og fyrimunir til útoyggjar.
- Vit hava innført frían post- og pakkaflutning, allar neyðsynjarvørður ferðast frítt til útoyggjarnar, og vinnan í útoyggjum hevur frían flutning til meginøkið, sigur Bjarni Djurholm.
Hann leggur afturat, at Vinnumálaráðið nýtir 5 mió. til flutning við tyrlu um árið, og at talan tískil er um eina skipan, sum leggur lunnar undir kappingarføri og umstøðum á jøvnum føti millum ymsu økini.
Modernisera innanfyri verandi karmar
Bjarni Djurholm leggur dent á, at støðugt og intenst verður roynt at modernisera og dagføra Stranderðsluna og skipan tess, men innanfyri verandi karmar, uttan at talan verður um nakað samferðslugjald.
- Innanfyri verandi fíggjarkarmar royna vit støðugt at betra um viðurskiftini, og Stranderðslan hevur fingið 70 mió. játtaðar á verandi fíggjarlóg. Uppskot teirra um samferðslugjald er als ikki í tráð við hendan politikk, vit hava sett okkum.
- Ikki meðan eg eri landsstýrismaður
Bjarni Djurholm leggur dent á, at hetta er eitt sosialistiskt uppskot, sum fer út um verandi fíggjarkarmar og áleggur hægri skatt og gjald til fólkið, í staðin fyri at halda seg til realistisku fíggjarviðurskiftini á verandi øki.
- Um Tjóðveldisflokkurin ynskir at innføra samferðslugjald, mugu teir stinga í sekkin og royna at fáa nýggjan landsstýrismann í vinnumálum, tí hetta verður ikki tikið í nýtslu, so leingi eg eri Vinnumálaráðharri, slær ein avgjørdur Bjarni Djurholm fast.










