Myndugleikarnir í Tanzania siga, at meiri enn 80 fólk eru ikki komin afturíaftur eftir vanlukkuna, tá ein ferja holvdist nærhendis oynni Zansibar í gjár. 62 fólk eru funnin deyð.
Myndugleikarnir siga, at í minsta lagi 290 fólk vóru umborð á ferjuni, tá hon fórst, og at minst 30 børn vóru teirra millum.
Ferjan var á veg úr Daer es Salam í Tanzania til Zansibar, tá hon holvdist. Tað var væl av vindi og ringur sjógvur, tá vanlukka hendi, skrivar AFP.