Allarflestu føroyingar eru hvønn dag á internetinum.
Tað vísir ein kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Dátueftirlitið.
Kanningin vísir, at 80% av føroyingum eru á internetinum hvønn dag, men eru tað 11%, sum ikki brúka internet yvirhøvur.
Ikki óvæntað eru tað tey yngru ættarliðini, sum brúka internetið.
Kanningin vísir, at meiri enn ein triðingur av føroyingum yvir 60% brúka ikki internet yvirhøvur, men kortini eru tað 51% av teimum, sum dagliga eru á netinum.
Annars eru væl yvir 90% av føroyingum undir 39% ár á internetinum dagliga og væl yvir 80% av føroyingum ímillum 40 ár og 59 áru eru eisini á ingternetinum dagliga.