8 miljónir um árið til kloakkir

Í einum tíðarskeiði á 8-10 ár brúkar Klaksvíkar kommuna umleið 80 miljónir krónur upp á kloakkirnar.

Sum liður í dagføring av kloakkum í býnum hevur Klaksvíkar kommuna yvir eitt 6-8 ára tíðarskeið sett av umleið 80 miljónir krónur í verkætlan, sum verður nevnd spillvatnsætlanin.


 

- 
Tí verður vegurin yvir av Biskupsstøðgøtu við Fonn Flog í løtuni grivin upp. Leiðing verður løgd frá reinsiverkinum á Biskupsstøð og niðan til Jørundsgøtu, Fjósabrekku og heilt norður á Garðavegin.


 

Sambært Klaksvíkar kommunu skuldi koyribreytin verið løgd aftur í dag á middegi, so koyrandi er um vikuskiftið á báðum koyribreytum.

 

- 

Mánadagin verður síðan hildið fram í eystaru koyribreyt á sama vegastrekki. Mett verður, at hetta arbeiðið kemur at taka einar tveir dagar, tá aftur verður koyrandi á breytini.

 

Lagt verður aftrat, at a
sfalterað verður aftur, stutt eftir at breytin er fylt upp, og tað er koyrandi eftir vegnum.


 

Tað er Sp/f á Brekku, sum ger hetta arbeiðið fyri Klaksvíkar kommunu.