75% av føroyingum ynskja Føroyar sum sjálvstøðugt land

Hetta var ein einastandandi veljarakanning. Hon kann bert tulkast sum ein søgulig undirtøka fyri, at Føroyar gerast sjálvstøðugt land:

?75% av føroyingum hava sett sín kross við, at Føroyar skulu gerast sjálvstøðugt land

?57% ynskja, at blokkurin skal minka burtur

?Bert 13% ynskja heimastýri

At vera eitt sjálvstøðugt land merkir í vanligum altjóða viðurskiftum, at tú hevur suverenitet ? altso fullveldi. Týdningurin er, at evsta valdið og ábyrgdin liggur hjá føroyska fólkinum og føroyskum myndugleikum. Á hesum grundarlagi kunnu vit gera ein sáttmála við Danmark um javnbjóðis samstarv í einum felagsskapi, einum samríki, ella hvat vit nú kunnu semjast um.


Navnið spillir ongan

Hóast 75% hava atkvøtt fyri einum sjálvstøðugum landi í kanningini, so hava færri sett kross fyri fullveldi. Tað kann bert merkja, at týdningurin av hesum misbrúkta orði er gruggaður fullkomiliga. Eftir øllum at døma er hetta orðið vorðið løtt við ræðumyndum og skrædli. Tað má undirritaði taka ábyrgdina av. Landsstýrið hevur enn ikki lagt fram tær drúgvu kanningar og tær mongu upplýsingar, sum skulu lýsa, hvussu vit kunnu fáa greiðar linjur og greitt ábyrgdarbýti millum Føroyar og Danmark.

Júst hvussu ein sáttmáli skal gerast, er ongin avgerð tikin um, og hetta má eisini gerast av í eini samráðing við donsku stjórnina. Tástaðni er eitt úrslit, ið kann leggjast fyri Føroya fólk til støðutakan. Tað er ikki avgerandi fyri landsstýrið, hvussu úrslitið eitur. Bert tað gevur ræði og ábyrgd av egnum viðurskiftum. Navnið spillir sum kunnugt ongan


Samgongu-

flokkarnir stuðul

Hyggja vit at, hvussu veljarar hjá samgonguflokkunu hava raðfest framtíðarviðurskifitini við Danmark, so er veljarakanningin eisini greið:

?60% av fólkafloksveljarunum ynskja antin føroyska grundlóg og egnan forseta, ella føroyska grundlóg við felags kongshúsi við Danmark.

?Millum sjálvstýrisveljarar ynskja 55% annan av hesum møguleikunum.

? Tá talan er um at minka blokkstuðulin burtur taka 70% av bæði sjálvstýrisveljarunum og fólkafloksveljarunum undir


Javnaðarflokkurin vælkomin

Hetta sigur mær, at tað er bert ein flokkur, ið hevur eitt problem. Tað er javnaðarflokkurin, ið framvegis er tvíbýttur og roynir at siga ?bæði-og ella hvørki-ella? uttan at taka støðu. Tí tú kanst jú ikki vera eitt sjálvstøðugt land á jøvnum føti við onnur, uttan at taka ábyrgdina og fáa tað staðfest.

Men støðan má takast einaferð, og allar hurðar eru opnar, tá Javnaðarflokkurin er til reiðar.


Høgni Hoydal