74 milliónir í landskassan

Føroya Banki almannakunngjørdi fríggjadagin ársroknskapin. Yvirskotið var 127 mió kr. áðrenn skatt, og fær landskassin 74 av hesum

Roknskapur

Stóru peningastovnarnir hava seinastu tíðina lagt seinastu hondina á ársroknskapin fyri 2004, og í flestum førum er talan um góð úrslit.
Fyrr í vikuni kunngjørdi Føroya Sparikassi eitt metgott úrslit á 107 mió kr. eftir skatt, og fríggjadagin kom Føroya Banki so út við einum nærum eins góðum úrsliti. Tá skattur var goldin, stóðu 97 milliónir eftir á niðastu linjuni, og hesar vóru skrivaðar við svørtum væl at merkja.

Lítlar avsetingar
Um gongdina í roknskaparárinum sigur Føroya Banki í tíðindaskrivi, at árið var merkt av metlága rentustignum, sum hevur verið.
- Rentu- og kostnaðarinntøkur bankans eru sostatt minkaðar við 3 pst. í mun til undanfarna árið, úr 264 mió. kr. niður í 256 mió. kr. Lága rentustigið og stóra gjaldførið á marknaðinum hevði annars við sær herda kapping á útlánsøkinum peningastovnanna millum í 2004. Rentumunurin og bruttovinningur peningastovnanna er tí undir trýsti - eitt trýst, sum økist av, at ein partur av vinnulívskundunum í 2004 ikki megnaðu at rinda fullu rentuna.
Líkt er tó til, at bankin í stóran mun tók hædd fyri fallandi rakstrarúrslitunum í føroyska vinnulívinum.
Avsetingar og burturleggingar til tap eru útreiðsluførdar við einans 12 mió kr., og er hetta nakað væl minni enn í fjør. Til samanberingar kann her nevnast, at Sparikassin í sínum roknskapi hevði sett 87 mió kr. av ímóti tapi.

Skuldin afturgoldin
Og góða gongdin hjá Føroya Banka kemur eisini landskassanum til góðar. Her hava boðini verið, at gjaldførið ikki hevur havt tað alt ov gott seinastu tíðina, og við endan av januar var gjaldførið 7 mió kr. lægri enn lógarkravda markið.
Føroya Banki fer tó í næstum at rinda 50 mió kr. í landskassan. Nevndin skjýtur upp, at felagið fyri 2004 skal rinda 50 mió kr. í vinningsbýti, og tað skuldi verið løgið, um hetta ikki verður góðkent av aðalfundinum.
Hartil fer bankin í heyst at rinda 24 mió kr. í skatti fyri roknskaparárið 2004. Tað vil við øðrum orðum siga, at Føroya Banki í ár kemur at rinda landskassanum 74 mió kr. Og saman við vøkstrinum í eginpeninginum merkir tað, at bankin nú hevur rindað landskassanum tað aftur, sum bankabjargingin kostaði á sinni.
- Í 1992-93 mátti føroyska landsstýrið skjóta eina samlaða kapitalinnspræning á 2.685 mió. kr. í Sjóvinnubankan og Føroya Banka. Síðani samanleggingina av bankunum báðum í 1994 hevur FØROYA BANKI í fullan mun vunnið hesa upphædd aftur: Bankin hevur goldið 214 mió. kr. í skattum, 921 mió. kr. eru útlutaðar partaeigarunum, og bókaði eginpeningur bankans við árslok 2004 fevndi um 1.557 mió. kr., verður at enda sagt í tíðindaskrivinum.

-------

Høvuðs- og lyklatøl úr ársroknskapinum

20042003+/- %

Rakstrarroknskapur (mió. kr.)
Rentu- og kostnaðarinntøkur256264-3,0
Virðisjavnan1-5
Útreiðslur1271196,8
Tap og burturleggingar12110-89,4
Úrslit av vanligum rakstri undan skatti12147156,2
Ársúrslit9738155,6

Fíggjarstøða (mió. kr.)
Útlán3.6363.5123,5
Innlán3.8703.7802,4
Eginpeningur1.5571.5103,1
Fíggjarstøðujavnvág5.5975.4083,5

Lyklatøl
Úrslit fyri hvørja kostnaðarkrónu2,042,32
Renting av eginpeningi áðrenn skatt8,0%3,2%
Vinningsbýti, kr. fyri partabrævið (á 100 kr.)5020
Tal av starvsfólkum við árslok196199