Tað vóru norðmenn, sum fingu betru byrjanina, tá Marcus Pedersen legði teir á odda tá 20 minuttir vóru spældir. Men hetta vildu sviar ikki hava sitandi á sær, og upp á tveir minuttir skoraði Astrit Ajdarevic tvær ferðir. Hetta gjørdi hann, tá tað restaðu góðir tíggju minuttir av fyrra hálvleiki, og svenska leiðslan helt sær líka til hálvleik.
Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik høvdu sviar skorað tvær ferðir, og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur. Tey bæði málini høvdu Dejan Doslic og Simon Helg gjørt.
Og tá ein tími var spældur skeyt Michael Jidsjø seinasta svenska málið í dystinum.
Tí hevði tað onki annað enn kosmetiskan týdning, tá Marcus Pedersen, sum skoraði fyrsta málið í dystinum, eisini skoraði seinasta málið, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist 5-2 til Svøríki.