Umleið 7.000 av teimum, sum doyðu í jarðskjálvtanum í Haiti, eru longu jarðað í fleiri hópgravum. Tað sigur landsins forseti, Rene Preval. Saman við starvsbróðuri sínum í grannalandinum Dominikanska Lýðveldinum spákaði forsetin í høvuðsstaðnum Port-au-Prince í gjár.
-Eitt tað týdningarmesta fyri okkum beint nú er at jarða tey deyðu, men okkum tørvar hjálp til tess, segði forsetin við tíðindafólk.
Altjóða Reyði Krossur metti í gjárkvøldið, at jarðskjálvtin hevur kravt millum 45.000 og 50.000 mannalív, men at talið kann vera uppaftur størri.
Bjargingarfólk úr fleiri londum eru komin til Haiti, og flogfør og skip úr fleiri londum eru á veg hagar við neyðhjálparútgerð.