Ársúrslitið hjá partafelagnum Hvalnes, sum eigur verksmiðjuskipið Norðborg, var í fjør góðar 67 miljónir krónur fyri skatt og avskrivingar. Tað vísir ársroknskapurin hjá felagnum fyri 2010.
Eftir skatt og avskrivingar var ársúrslitið 27,4 miljónir krónur. Hetta er eitt munandi betri úrslit enn undanfarin ár hjá felagnum.
Í 2009 hevði felagið eitt avlop á 3,1 miljónir, og í 2008 var avlopið 1,6 miljónir krónur. Taka vit árini 2007 og 2006, var ársúrslitið hesi bæði árini ? eftir skatt og avskrivingar - ávikavist 13,5 og 16,2 miljónir krónur.
Í fjør rindaði partafelagið, sum eigur verksmiðjuskipið Norðborg, 76,8 miljónir krónur í hýrum og lønum.
Umleið 70 mans vóru við Norðborg í 2010.