67-0 var ikki nóg mikið

Nigerianska amatørfótbóltssambandið hevur sett eina kanning um matchfixing í verk, eftir at 146 mál vórðu skorað - í bert tveimum dystum.

 

Police Machine FC vant burtur úr Babayaro FC 67-0, men Amatør 4. deildar kappingarneytin, Plateau United Feeders vunnu á Akurba við ikki minni enn 79-0.

 

Liðini fóru inn í seinasta umfar av kappingini í sættu deild jøvn í stigum. Og úrslitini seinasta umfar merktu, at Plateau endaði oman fyri Police Machine til ein play-off dyst við betri málmuni.

 

- Hetta er ein stór skomm. Vit hava fingið úrslitini váttað, og hetta kann als ikki góðtakast, segði forsetin í Nigerianska Fótbóltssambandinum, Mohammed Sanusi.

 

Bæði liðini standa nú til at verða koyrd úr nigerianskum fótbólti, eftir at kappingarfyriskiparar í statinum Bauchi har norðuri í landinum lovaðu at strika úrslitini.

 

Emmanuel Adesayna, ovasti fyri amatørfótbólti í Nigeria, sigur, at innblandaðu liðini fara ongantíð at koma longur upp á fótbóltspyramiduna í landinum.

 

- Fótbóltsdómararnir eru suspenderaðir. Tað góða er, at hvørgan liðið er partur av okkara kapping enn. Sum er umboða liðini bara teirra egna stat, og bert bólkavinnarin kemur upp í Nationwide Amateur League. Vit kunnu ikki góðtaka slíka atferð og slík lið at vera partur av okkara kapping. Men tað verður stjórnin, ið hevur evsta orðið, sigur Emmanuel Adesanya sambært The Sun.