66 ára gamal flogbóltsspælari á oyggjaleikunum

Isle of Wight endaði langt aftast í flogbóltskappingini hjá monnum. Isle of Wight var í bólki við Caymanoyggjarnar, Grønlandi, Álandi og Jersey. Talan gjørdist um fýra greið tap, har mótstøðuliðini øll vunnu 3-0. Stigmunurin hjá Isle of Wight, aftaná fýra dystir var 145 vunnin og 300 tapt stig.

 

Frægasta settið hjá Isle of Wight var ímóti Jersey, tá teir í øðrum setti "bert" taptu 18-25 ímóti Jersey.

 

Flogbóltsliðið hjá Isle of Wight hevur kortini staðið fyri einum ógvuliga jaligum og lívsjáttandi íkasti til hesar oyggjaleikirnar. Á flogbóltsliðnum hjá Isle of Wight hava tey nevnliga ein super-veteran, sum eitur Dave Clark. Dave Clark er nevnliga 66 ár!! Og í næstu viku verður hann 67 ár. Hann stríddist kortini manniliga, og ein sá hann savna nógvar bóltar upp, og hann var ikki bangin fyri at kasta seg eftir einum ringum bólti.

 

Dave fortelur í samrøðu við Rás2, at hann ætlar at halda seg í form, og um Isle of Wight sendir eitt flogbóltslið avstað til oyggjaleikirnar á Bermuda í 2013, so ætlar hann sær at verða partur av hópinum. Ì samrøðuni harmaðist Dave eisini eitt sindur um, at ein prestur, sum spælir við liðnum ikki servaði betur.

 

Dave sigur, at hann hevur spælt flogbólt í nærum eina hálva øld, og hann hevur eisini spælt fótbólt. Hann elskar at spæla fótbólt við tí 10 ára gamla abbasoninum. Dave harmast um, at ikki størri undirtøka er fyri flogbólti í Onglandi, sum hann heldur er ein ótrúliga góð ítrótt hjá tilkomnum fólki at íðka. Dave kann eisini fegnast um, at konan Sue bakkar hann upp.

 

Sue hevur verið til allar flogbóltsdystirnar hjá Isle of Wight á oyggjaleikunum, og hon dugir sanniliga at larma og stuðla, so tað væl og virðiliga hoyrist. Sue íðkar ikki nakran ítrótt sjálv, men sigur kortini, at hennara "ítróttur" er at møta upp og stuðla manninum.

 

Myndina hava vit fingið frá Carl-Henrik Fridén, sum er tíðindamaður og myndamaður av Gotlandi.