66 deyð í ófriði í Tunesia

Tað hevur verið ófriðarligt í fleiri býum í Tunesia teir seinastu dagarnar. Myndugleikarnir hava verið rættiliga tigandi um ófriðin, men mannarættindafelagsskapurin FIDH sigur nú, at ófriðurin hevur kravt 66 mannalív.

Síðstu nátt doyðu átta fólk í samanstoytum beint uttan fyri høvuðsstaðin Tunis. Sum skilst fóru løgreglumenn og hermenn sera harðliga fram. ST-kommiserurin í mannarættindamálum, Navi Pillay, hevur eisini funnist at myndugleikunum, sum verða lagdir undir at at brúka óneyðugan harðskap.

Ófriðurin í Tunesia tók seg upp stutt fyri ársskiftið, tí fólk eru sera misnøgd við dýrar matvørur og stórt arbeiðsloysi.

Eygleiðarar siga, at hetta er tann størsta avbjóðingin hjá forsetanum, Zine al-Abidine Ben Ali, síðani hann kom til valdið fyri 23 árum síðani.