Nú verða fyrstu ítøkiligu stigini tikin til at gera ein stóran bátahyl inni á Sundi.
Tað samtykti Tórshavnar Býráð mikukvøldið.
Býráðið samtykti at seta eina millión av til at fyrireika arbeiðið.
Í hesum sambandi er neyðugt at Landsverk, Innlendismálaráðið og friðingarmyndugleikarnir góðkenna ætlanina og at ávirkanin á umhvørvið verður kannað.??
Somuleiðis skulu teldusimuleringar gerast av kyrruni í bátahylinum, og bryggjuni á Sundi og tað er alt hetta arbeiðið, hendan milliónin skal brúkast til.
Jákup Símun Simonsen, formaður í Havnanevndini hjá býráðnum, sigur, at fleiri møguleikar eru kannaðir, men inni á Sundi er tað væl bíligast upp á seg at gera bátahyl, tí har fáast 260 bátapláss fyri 30 milliónir.
Har verður eisini eitt pláss á landi upp á einar 10.000 fermetrar.
Syndarligt
Tað eru ikki øll í býráðnum, sum eru so fegin um at gera bátahyl á Sundi.
Tinglimir í andstøðuni vildu heldur halda fast um ætlanina at gera ein bátahyl í Álakeri.
Jan Christiansen dugdi ikki at síggja nakað skil í at byggja ein bátahyl úti í óbygdum á Sundi, har tað er so ókyrt, at sjálvt stórir, russiskir trolarar mugu rýma undan veðri.
Ein bátahylur snýr seg ikki bara um at hava atløgupláss til bátar.
- Tað snýr seg sanniliga eisini um at skapa trivnað og eitt livandi umhvørvi.
Tí mælti hann til at halda fast um ætlanina at byggja bátahyl í Álakeri, tí tað er mitt í Havnini og har hevði ein bátahylur verið eitt prýði fyri havnarlagið.
- At gera ein bátahyl í Álakeri er býarbygging, staðfesti Jan Christiansen.
- Tað er syndarligt at gera bátahyl á Sundi, tí samstundis forkoma vit ætlanini, vit hava arbeitt við í fleiri ár, um at gera bátahyl í Álakeri, legði hann afturat.
Í Álakeri ber til at gera bátahyl til 150 bátar fyri 34 milliónir, sum er áleið sami prísur, sum bátahylurin á Sundi til 260 bátar, kostar.
Hann mælti eisini til at játta tvær ella tríggjar milliónir, so at bátahylurin á Signabø kann gerast liðugur.
Tveir bátahylar
Heðin Mortensen, borgarstjóri helt, at býráðið bæði eigur at halda fram við ætlanini at gera bátahyl á Sundi og í Álakeri.
- Tað hevur gingið seint í Álakeri, tí ætlanin hevur verið leingja brimgarðin á Argjum 180 metrar og tá mugu friðingarmyndugleikarnir upp í og har er málið strandað.
Men Heðin Mortensen heldur, at arbeiðið at fyrireika bátahyl í Álakeri eigur at halda fram, tí hann heldur, at tað letur seg væl gera at fáa bátahyl í Álakeri, uttan at leingja molan á Argjum so nógv, at friðingarmyndugleikarnar skulu upp í.
Hann heitti tískil beinleiðis á Havnanevndina um at seta ferð á báðar ætlanirnar samstundis.
Sostatt er líkt til, at bátseigarar í høvuðsstaðnum ganga gyltum tíðum ímóti.
Teir báðir býráðslimirnir í andstøðuni, Jan Christiansen og Sjúrður Olsen, hildu, at tað er onki trúvirði í eini ætlan um at gera tveir bátahylar fyri tilsamans 64 milliónir.
Jan Christiansen sigur, at kanningar vísa, at verður brimgarðurin á Argjum longdur 20 metrar, verður hann kyrrari og so kann bátahylur eisini gerast í Álakeri.
Sjúrður Olsen helt, at máti skal vera við, hvat tað ber til hjá borgarstjóranum at lova borgarunum og hann tók fult undir við Jan Christiansen um bátahylin í Álakeri.
Hann heldur at tað er hol í høvdið at hugsa um bátahyl á Sundi og tí mælir hann til at halda fast um ætlanina at gera bátahyl í Álakeri.
300 bíða
Tað hevur leingi verið stórur tørvur á fleiri bátaplássum í havn og í løtuni eru 300 bátar á bíðilista, sigur býráðið.?
Elstu umsóknirnar eru frá 2001.??
Spurningurin er, hvussu veruligur hesin bíðilistin er, tí summir býráðslimir vísa á, at bíðilistin eftir grundstykkjum er ikki serliga eftirfarandi.
Tey vænta eisini, at nógv standa bara á bíðilista upp á beráð, men høvdu ikki tikið av, fingu tey tilboð um bátspláss.