Fýra føroysk feløg fáa í næstum nógvar pengar frá europeisku fótbóltssamgonguni UEFA, fyri tað sum eitur Financial Fair Play pengar fyri kappingarárið 2016/2017 í altjóða fótbólti. Financial Fair Play kemst av, at ávís feløg ikki halda reglarnar hjá UEFA um Financial Fair Play, og tí skulu rinda bøtur fyri tað.
Av tí at talan er um pengar fyri kappingarárið 2016/2017, er tað tí tey fýra feløgini sum á sumri í 2016 umboðaðu Føroyar í altjóða fótbólti, sum fáa pengarnar. Tað eru B36, NSÍ, Víkingur og HB.
Talan er um 47 milliónir krónur, sum UEFA javnt býtur út til feløg sum ávikavist hava luttikið í bólkaspæli til Champions League ella Europa League, ella feløg sum hava luttikið í undanumfari til kappingina. Feløgini sum hava spælt í bólkaspælinum fáa 580.000 krónur hvørt, meðan tey sum hava spælt í undanumfarinum – altso øll tey føroysku feløgini – fáa 64.000 krónur í part.
Sostatt verður samanlagt 256.000 krónur goldnar út til føroyskan fótbólt, har B36, NSÍ, Víkingur og HB fáa 64.000 krónur í part hvør.
Einastu feløg í UEFA sum ikki fáa goldið part av køkuni, eru tey feløgini sum eru revsaði fyri at bróta financial Fair Play reglurnar.