Í gjár vórðu 615 fólk koppsett fyri covid-19. 177 fólk fingu fyrra prikið, og 438 fólk fingu tað seinna.
Nú hava 31.781 fólk fingið fyrru koppsetingina. 21.811 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett.
Tilsamans 53.592 koppsetingar eru gjørdar í Føroyum.
Koppsetingarbólkurin roknar við, at fyri ólavsøku hava øll, sum ynskja tað, fingið fyrra prikið, og síðst í august kann verða liðugt at koppseta. Umleið 84.000 prik skulu gerast.










