610 milliónir krónur. Tað er tann parturin, sum føroysku oljufeløgini hava goldið í vinningsbýti til sínar eigarar seinastu 10 árini.
Tað eru tvey oljufeløg í Føroyum, Magn og Effo. Ilt er at síggja, hvør kapping er millum feløgini, tí prísurin er altíð tann sami, tó at nøkur oyru hava verið á muni á prísinum síðani hósdagin. Men tað er eitt undantak, tí tað ganga sjáldan meira enn nakrir tímar ímillum, at tey tillaga prísin hvør eftir øðrum, tá tey broyta prísin.
Bæði vinningur og vinningsbýti líkist eisini nógv hjá teimum báðum oljufeløgunum.
Sambært roknskaparyvirlitinum hjá vinnuvitan.biz, so hevur Magn seinastu 10 árini (2012-2021) havt ein vinning upp á góðar 287 milliónir krónur. Sama tíðarskeið hevur felagið goldið eigarum sínum góðar 316 milliónir krónur í vinningsbýti. Og sama tíðarskeið er eginognin hjá felagnum minkað úr 145 milliónum krónum niður í 101 millión krónur.
Og hjá Effo líkist støðan líka nógv. Seinastu 10 árini (2011-2020) hevur yvirskotið hjá felagnum verið slakar 274 milliónir krónur. Sama tíðarskeið hevur P/F Effo goldið sínum eigarum 294 milliónir krónur í vinningsbýti. Eginpeningurin hjá Effo er hesi árini lækkaður úr 122 milliónum krónum til 99,5 milliónir krónur.
##med2##
Landskassin fær mest fyri bensinið, tí har eru hægstu avgjøldini. Um vit keypa 50 litrar av bensini, so kostar tað hjá magn í dag 733 krónur. Av teimum fara 267 í landskassa í avgjøldum og mvg.
Keypa vit 50 litrar av diesel, so kostar tað hjá Effo í dag 643 krónur. Av teimum fara 193,5 krónur í landskassan í avgjøldum og mvg.
Keypa vit 1.000 litrar av gassolju til heimið, so kostar tað frá Effo í dag 12.000 krónur. Av teimum fara 3.200 krónur í landskassan í avgjøldum og mvg.
Í fjør vóru til dømis seldir 15,4 milliónir litrar av bensini í Føroyum. Tað hevði við dagsins prísi hjá Magn givið landskassanum góðar 82 milliónir krónur í inntøkum í ár, um hetta var prísurin alt árið.











