583 svenskir sjónleikarar hava gjørt eina yvirlýsing móti kynsligum ágangi innan mentanarumhvørvi, skriva svensku miðlarnir SVT og svenska Dagblaðið.
Í eini yvirlýsing siga teir 583 sjónleikararnir frá, hvussu tey hava upplivað kynsligan ágang á arbeiðsplássinum. Serliga finnast tey at framleiðarum, leikstjórum, sjónleikarahúsastjórum og politikkarum.
Millum teir næstan 600 sjónleikararnar eru fleiri kend nøvn, millum annað Sofia Helin, sum føroyingar kanska kenna best sum Saga Norén í donsk/svensku røðini Brúgvin.
Tað var alheimsátakið #metoo, sum førdi søgurnar fram í ljósið.
- Fleiri av okkum byrjaðu at siga okkara søgur á Facebookvanga okkara og taggaðu við #metoo, og tá gjørdist tað greitt, at vit vóru sera mong við somu upplivingum, sigur Suzanna Dilber, ein av teimum 583.
Hon greiðir svenska Dagblaðnum frá, at tey høvdu ein stongdan Facebook-bólk, har tey samskiftu sínamillum, men hann mátti lata aftur, tá onkur av teimum skuldsettu sluppu inn í bólkin og byrjaðu at seta seg í samband við offrini.
- Her eru tað í stóran mun arbeiðsgevararnir, sum hava svikið. Vit krevja, at makthavararnir skilja og taka ábyrgd fyri tí valdi, sum tey hava. Fleiri okkara hava boðað frá á røttum stað, um tað sum er hent okkum, men tað er steðgað upp á arbeiðsplássinum og ongantíð borið víðari, sigur Suzanne Dilber.
Ákærurnar snúgva seg bæði um neyðtøku, blygdanarskemd og annan kynsligan ágang, nógv av tí á









