Fleiri útlendskir miðlar vita í dag at siga, at í minsta lagi 60 russiskir hermenn lótu lív í einum ukrainskum álopi í gjár.
Russiskir hermenn, sum í gjár vóru savnaðir til tað, tey rópa "morgenopstilling", vórðu raktir av einari ukrainskari himars-rakett.
Himars er ein rættiliga framkomin rakett, sum USA hevur latið Ukraina til verju móti russiska hersetingarvaldinum.
Sambært BBC stóðu hermenninir uttandura í samband við eina vitjan av høgtstandandi russiskum generali.
Hendingin fór fram í hersetta býnum, Volnovakha, sum liggur í Donetsk-landslutinum í Ukraina, nær hermótinum millum stríðandi partarnar.
Russiskir hernaðarbloggarar finnast harðliga at russisku herleiðsluni fyri hendingina.
Fleiri keldur siga, at í minsta lagi 60 russiskir hermenn lótu lív í álopinum, men sum skilst eru tíðindini ikki váttað av russiskum myndugleikum.
Millum miðlarnar, sum endurgeva BBC, eru eitt nú tíðindastovan, NTB.