Leygardagin eftir middag sendu starvsfólk úr Miklagarði boð eftir løgregluni. Tey høvdu varnast eina 60 ára gamla konu, sum hevði lagt vørur í eina tasku uttan at gjalda fyri tær. Talan var um vørur fyri 281 krónur. Konan er skuldsett fyri stuldur, og hon kann vænta sær eina bót.
Løgreglan hevur annars havt ein hampuliga friðarligt vikuskiftið. Sundalagsstevnan var í Hósvík, men løgreglan hevur ikki merkt tað stóra til hesa stevnuna. Ferðsluløgreglan syrgdi fyri, at ferðslan gekk, sum hon skuldi, og skrivaði annars nakrar parkeringsbøtur.