60 ár við mannarættinda­brotum mugu enda nú

Í dag eru 60 ár, síðani altjóða manna­rættinda­sátt­málin varð samtyktur, men sambært Amnesty International er langt á mál

Í sambandi við 60 ára dagin hevur Amnesty Inter­na­tio­nal almannakunngjørt eina nýggja frágreiðing, og har fáa heimsins stjórnarleið­arar av grovfílini. Sagt verð­ur, at leiðararnir mugu taka leiðsluna í manna­rættinda­arbeiðinum, at fólk fram­vegis verða pínd ella illa viðfarin í minst 81 londum, at fólk verða órættvíst dømd í minst 54 londum, og at í minst 77 londum hava fólk talufrælsi.

Amnesty International sig­ur, at 2007 var merkt av fólksliga bardaganum fyri manna­rættindum, ið til dømis fór fram millum munkar í Myanmar (Burma) og advo­katar í Pakistan. Men árið í fjør var eisini merkt av, at stjórnir í vesturheiminum vístu seg at vera máttleysar og trekar at taka sær av nøkrum av heimsins mest álvarsomu manna­rættindakreppum. Ófriðurin og yvirgangurin í Darfur, Zimbabwe, Gaza, Irak og Myanmar krevja, at farið verður til verka á altjóða støði alt fyri eitt, sigur felagsskapurin.

 

Mugu ganga undan

Amnesty International áva­rar um, at størsta hóttanin móti mannarættindunum er fráveran av einari felags alheimsvisión og einari alheimsleiðslu.

- Órættvísi, ójavni og revsifrælsi eyðkenna heim­in í dag. Men 2008 umboð­ar ein søguligan møguleika fyri at fara nýggjar leiðir og vraka trongskygda politikk­in, sum seinastu árini hevur gjørt heimin til eitt meira vandamikið og syndrað stað. Ráðandi londini mugu vísa seg sum fyrimyndir og ganga á odda, segði Irene Khan, aðalskrivari, tá frá­greiðingin varð løgd fram.

- Heimsins stjórnar­leið­arar avsanna veruleikan. Hesin atburður kostar dýrt. Sum Irak og Afghanistan hava víst okkum, eru mannarættindatrupulleikar ikki einstaddir sorgarleikir. Teir eru sum virus, sum kunnu spjaðast skjótt, so vit øll koma í vanda, segði Irene Khan.

(Kelda: AI, Føroya deild)